KLINTRA | Cold Storage er ein goymsluskipan til køli- og frystigoymslur, sum hjálpir tykkum at halda skil á vørum, vekt, goymslutíð, útflýgging, kundaatgongd og neyðugari dokumentatión.
køli- og frystigoymslum er tað avgerandi at hava tamarhald á, hvat kemur inn, hvat fer út, hvussu leingi vøran hevur verið á goymslu, og hvørjum vøran hoyrir til.
Við KLINTRA | Cold Storage verða inn- og útgongd, vekt, goymslutíð, kundaupplýsingar og rapportir savnað í einari skipan. Tað ger arbeiðið einfaldari, minkar um manuella skráseting og gevur betri yvirlit fyri bæði starvsfólk, kundar og myndugleikar.
Skráset og fylg øllum vørum, sum koma inn og fara út av goymsluni, so tit altíð hava eitt dagført yvirlit.
Skipanin kann lesa og skráseta dátur frá vektarskipanum og rokna, hvussu nógvar dagar vøran hevur verið á goymslu.
Cold Storage kann lesa barcode frá øðrum skipanum og kann integrerast við eitt nú fíggjar- og bókhaldsskipanir.
Kundar kunnu fáa atgongd til síni egnu vørugøgn, fylgja við støðu og prenta neyðug yvirlit online.
Cold Storage er serliga væl egnað til fyritøkur, sum umsita vørur fyri fleiri kundar og hava tørv á at fylgja vøruni neyvt frá móttøku til útflýgging.
Fá greiðari yvirlit yvir, hvørjar vørur eru á goymslu, hvør eigur tær, og nær tær komu inn ella fóru út.
Tá dátur frá barcode og vektarskipanum kunnu lesast inn, verður skrásetingin skjótari og minni bundin at manuellum arbeiði.
Við kundaatgongd kunnu kundar sjálvir fylgja við síni vøru og taka neyðug yvirlit út, tá teimum tørvar tað.
Ger tað lættari at veita kundum og myndugleikum tær upplýsingar, sum krevjast.
Símin Pauli Sivertsen,
stjóri hjá Bergfrost