Klintra

Vilt tú menna(st)?

Klintra hevur vind í seglunum. Vit ynskja tí at styrkja um hópin.


Vit sóknast eftir mennara (Developer) til fjølbroyttar uppgávur innan KT-menning.


Talan er um eitt fulltíðarstarv í einum mennandi umhvørvi, har tú kanst vera við til at mynda talgildu framtíð Føroya.


Starvið verður bert sett, um rætti profilurin verður funnin, og her hugsa vit um ein mennara:

 

- við loknari útbúgving innan KT á kanditatstøði,

- ið hevur arbeiðsroyndir,

- ið lættliga kann seta seg inn í nýggjar uppgávur,

- ið trívist í einum broytiligum dagligdegi og

- sum kann loysa torgreiddar uppgávur

 

Um tú ert mennarin, vit sóknast eftir, bjóða vit:

 

- góða løn og setanartreytir eftir nærri avtalu

- eitt gott fakligt umhvørvi á høgum støði

- góðar fysiskar karmar

- góðar, hugvekjandi og dugnaligar starvsfelagar

 

Vit bjóða eitt starv, har tú kanst menna og mennast.

 

Um tú heldur, at tú ert persónurin, sum vit sóknast eftir, send so umsókn við prógvum og ævilýsing til Jógvan K. Glerfoss, stjóra, á jkg@klintra.fo. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. okt. 2020.

 

Ring til Jógvan á tlf. 794 287 um tú ynskir at hoyra nærri!

 

Kunning um Klintra Software Solutions - tænastur, kundar, loysnir, starvsfólk, tøknir o.a. - er her á heimasíðuni.