Skriva er ein trygg og løggild undirskriftarloysn, har tú lætt kanst senda skjøl til talgilda undirskrift og taka undirskrivaðu skjølini niður, tá tey eru liðug.
Tað kann vera møtimikið at prenta, senda, bíða eftir og goyma skjøl, sum skulu undirskrivast. Serliga tá fleiri persónar ella fyritøkur eru partur av gongdini.
Við Skriva kanst tú senda eina undirskriftarumbøn talgilt. Móttakarin fær eitt leinki við telduposti og kann undirskriva við Samleikanum.
Fyri at senda undirskriftarumbønir stovnar tú eina avtalu og ein brúkara.
Rita inn, heinta skjalið inn, vel móttakara og send undirskriftarumbønina avstað.
Móttakarin fær eitt leinki við telduposti og kann undirskriva skjalið talgilt við Samleikanum.
Tá skjalið er undirskrivað, kanst tú taka tað undirskrivaða skjalið niður og brúka tað eftir tørvi.
Skriva hóskar væl til tykkum, sum javnan senda skjøl, avtalur ella váttanir at undirskrivað og vilja hava eina tryggari, skjótari og meira talgilda mannagongd.
Undirskriftin verður goymd trygt í PDF-fíluni, sum verður undirskrivað.
Tú kanst stovna undirskriftarumbønir, senda skjøl og fylgja gongdini úr skipanini.
Tað er ikki neyðugt hjá móttakaranum at stovna brúkara fyri at undirskriva eitt skjal.
Undirskrivaði skjøl verða sjálvvirkandi strikað eftir umleið 90 dagar, so upplýsingar ikki verða goymdar longri enn neyðugt.